Minst til at melda kredittkortið hjá tær til 3D Secure hjá banka tínum
Tá tú keypir á netinum, krevst tað av trygdarorsøkum, at kredittkortið hjá tær er meldað til 3D Secure.
Hetta er eitt minstamark og er galdandi fyri Dankort, Visa Dankort og Mastercard.
Fyri at tryggja hægri trygd, krevja vit, at øll kort, ið verða brúkt á okkara heimasíðu, eru meldað til 3D Secure.
Hvussu virkar tað?
Tá tú rindar og hevur tøppað allar tínar upplýsingar, verður eitt einnýtis loyniorð sent til tína telefon. Hetta loyniorðið skalt tú tøppa inn fyri at fullføra keypið.
Um tú upplivir trupulleikar við keypinum, vinarliga set teg í samband við tænastudepilin hjá bankanum og upplýs telefonnummarið, sum skal nýtast til 3D Secure.
Niðanfyri eru nummur hjá bankum:
Les meira hjá NETS.
Betri Banki: Tel +298 348000
Bank Nordik: Tel +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: Tel +298 359870
Norðoya Sparikassi: Tel +298 475000