Spring til indhold

Handilstreytir

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú møguleika at seta teg í samband við okkum ígjøgnum fylgjandi upplýsingar:

Djoraheilsa Ív/f
Jóansgøta 11
188 Hoyvík

Teldupostadressu: samband@djoraheilsa.fo

Telefonnummar +45 60 72 19 99.

Handilstreytir

Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Djoraheilsa.fo at taka upphæddina av kontu tínari. Samskiftið er krypterað, soleiðis at hvørki hesin nethandilin ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á tínum kortupplýsingum.

Um ikki annað er avtalað, verður upphæddin trekt av konto hjá kunda, tá vøran verður send ella avheintað.

Dátuverndarkunning

Alt um tína dátuvernd finnur tú her:

Iðranarrættur

Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran ikki er pakkað út / er í upprunapakkitilfari. Kundin skal sjálvur syrgja fyri / rinda fyri at fáa vøruna aftur til Djóraheilsa.fo á Jóansgøta 11 188 Hoyvík. Hetta er bert galdandi fyri vørur bílagdar beinleiðis gjøgnum heimasíðuna Djóraheilsa.fo

Leveringstreytir

Um vit eiga allar bíløgdu vørurnar á goymslu, er vanliga levering innan 1-5 yrkisdagar. Um onkur vøra má bíleggjast frá fjargoymsluni, er levering vanliga innan 5-10 yrkisdagar.

Vit royna okkara besta fyri at pakka og senda sama dag sum bíleggingin verður framd. Og annars verður tað fyrst komandi yrkadagur. Síðani verður pakkin leveraður á ynskta hátt.

Tveir leveringsmøguleikar eru tá tú bíleggur frá djoraheilsa.fo – Antin avheintar tú sjálv/ur bíleggingina hjá Ív/f Djóraheilsa á Jóansgøta 11, 188 Hoyvík, ella bíleggur tú útkoyring umvegis Posta við eyka gjaldið.

1. Avheinta hjá Djóraheilsa:
Velur tú at avheinta hjá okkum, fært tú eini boð við SMS tá pakkin er klárur at avheinta á Jóansgøta 11 í Hoyvík.

2. Senda við Posta:
Posta levera pakkar til dyrnar runt alt landið frá manadag til fríggjadag. Eyka gjald kemur á ordran fyri hesa leveringsloysn. Prísir síggjast á www.posta.fo

Tænastutreytir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Allar vørur eru ogn hjá Ívf Djóraheilsa inntil vøran er fult goldin.

reklamatiónsrættur

2 ára reklamatiónsrættur verður givin sambært keypslógini. Okkara reklamatiónsrættur er galdandi fyri feilir í tilfari og/ella framleiðslu. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 2 ár. Reklamatiónsrættur er ikki galdandi fyri feilir ella skaðar, sum stava frá skeivari nýtslu av vøruni/tænastuni.

Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Ívf Djóraheilsa rindar afttursendingina, um skaðin er váttaður. 

Gjalding

Til ber at gjalda við Visakort, Mastercard og øðrum gjaldsháttum.
Heimasíðan brúkar eitt SSL certificat sum tryggjar at tínir upplýsingar eru tryggir og data er bronglað.

Djoraheilsa.fo brúkar Pensopay sum gjaldsloysn.

Fyri upphæddir yvir 225 kr. er neyðugt at brúka 3D Secure sum merkir at keypið skal váttast við SMS kotu. Til ber at tosa við tín banka um hetta, um tú ikki longu hevur tað.

Les meira 3D Secure her:

BankNordik
https://www.banknordik.fo/privat/taenastur/kort/god-rad-um-kort/keyp-trygt-a-netinum

Betri.fo
https://www.betri.fo/fo/banki/gjaldskort/gott-at-vita-um-gjaldskort

Suðuroyar Sparikassi
https://www.ss.fo/kort/3d-secure

Norðoya Sparikassi
https://www.ns.fo/fo/privat/tanastur/gjaldkort/3d-secure