Skip to content

Hygg eftir hesum tá tú keypur hundafóður!

At finna rætta fóður til hundin kann kennast sum eitt villiniland. Tað finnast turrfóður, váttfóður, kornfrítt, hvølpafóður, senoirfóður, ja, næstan óendaligir møguleikar. Men hvat eigur tú veruliga at hyggja eftir, tá tú stendur við posanum í hondini?

Fullfóður – grundarlagið hjá hundinum

Tað fyrsta, tú skalt tryggja tær, er, at fóðrið er merkt sum fullfóður. Tað merkir, at hundurin fær alt, hann hevur tørv á; protein, feitt, kolhydrat, vitamin og mineralir. Felagsskapir sum FEDIAF í Evropa og AAFCO í USA seta reglur og viðmælingar til, hvussu eitt gott fullfóður skal vera samansett. Framleiðarar, sum fylgja hesum standardum, geva tær eina trygd fyri, at fóðrið nøktar grundleggjandi tørvin hjá hundinum.

Tað er tí sum útgangspunkt ikki neyðugt at geva hundinum nakað afturat fóðurinum, um tað lýkur hesi krøv. Men sjálvandi eru undantøk, so sum ovurviðkvæmi, yvirvekt, serligir pelstrupuleikar o.s.fr

Hygg at innihaldinum

Ein góð tummilsregla er, at kjøt skal standa ovarlaga á innihaldsyvirlitinum. Helst sum tað allar fyrsta. Korn og grønmeti kunnu væl vera partur av fóðrinum, men eiga ikki at fylla alt. Protein er serliga týdningarmikið, tí tað styrkir vøddar, húð og pels. Sambært føðsluviðmælum eigur fóður til vaksnar hundar at innihalda minst 18 % protein (turrevni).

Hvat hóskar til tín hund?

  • Hvølpar vaksa skjótt og hava tørv á fóðri, sum stuðlar beinagrind og vøddum.
  • Sertørvir sum ovurviðkvæmi, yvirvekt ella magatrupuleikar, krevja ofta at tú prátar við
    serfrøðingar innan økið. Hetta kanst tú at práta við tín djóralækna um.
  • Vaksnir hundar eiga at fáa fóður, sum hóskar til teirra virkisstig – ein sofahundur og
    ein seyðahundur hava ymiskan tørv.
  • Senior hundar trívast ofta við fóður, ið hevur lægri orkuinnihald og eyka stuðul til
    liðinir.

Skift fóður spakuliga

Um tú ætlar at skifta fóður, ger tað so spakuliga yvir 7–10 dagar. Blanda eitt sindur meir av nýggja fóðurinunum í hvønn dag, so minkar tú um vandan fyri, at magin ger um seg

Fylg við hundinum

Besti háttur er at hyggja eftir hundinum, tí eitt gott fóður gevur:

  • Skínandi pels uttan flus
  • Fasta og regluliga avføring
  • Góða orku og trivnað
  • Um okkurt tykist skeivt, so kann vera tíð at royna eitt annað fóður.

Niðurstøða

Rætta fóðrið gevur hundinum besta grundarlag fyri eitt frískt og virkið lív. Vel eitt fullfóður,
sum lýkur viðmælini hjá FEDIAF ella AAFCO, og sum hóskar til aldur, stødd og virkisstig hjá
júst tínum hundi.

Á Djóraheilsa.fo finnur tú úrval av fóðuri og ískoyti, sum er neyvt útvalt við denti á góðsku
og heilsu. Her kanst tú eisini taka fóðurtest og finna útav, hvat fóður hóskar best til tín hund.

Keldur:

FEDIAF Nutritional Guidelines (2025): https://europeanpetfood.org/self-regulation/nutritional-guidelines/

NRC Nutrient Requirements of Dogs and Cats (2006): https://nap.nationalacademies.org/catalog/10668/nutrient-requirements-of-dogs-and-cats

AAFCO guidelines (2025): https://www.aafco.org/

WSAVA Global Nutrition Guidelines: https://wsava.org/global-guidelines/global-nutrition-guidelines/

Skrivað tann 01. Okt. 2025.
Brandur Halgirsson
Djóralæknalesandi

0
    Tín kurv
    0