Vit elska djór!
Eins og vit kenna frá okkum menniskjum, so er ein sunnur lívsstílur eitt tað týdningarmiklasta fyri at liva eitt sunt og gott lív. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri okkara kelidjór. Djóraheilsa er sett á stovn við júst hesum endamáli, at geva djórum í Føroyum eitt gott lív við góðari heilsu. Vit bjóða tí bæði dygdarvørur til ross og hundar, upplýsandi fyrilestrar og venjingar.
Einki roks!
Vit bjóða einans vørur og tiltøk, sum eru vísindaliga prógvað at hava positiva ávirkan á djóraheilsu. Vit vita, hvussu nógvar ymiskar vørur og viðgerðir fáast til djór, og vit vilja tí gera tað lættari fyri teg at taka tað rætta og fornuftiga valið. Sunnur fornuftur blandaður við vísindi fremur bestu djóraheilsu.
Starvsfólk
Brandur Halgirsson
Eigari og stjóri
Djóralæknalesandi á Københavns Universitet