Skip to content
Djóravit · Ókeypis tiltak fyri djóraeigarar

Tenn og húðsjúkur hjá hundum og kettum

Vælkomin til eitt spennandi og læruríkt kvøld á Panorama á Hotel Hafnia, har vit seta sjóneykuna á tann- og munnheilsu, húðsjúkur og skriða hjá hundum og kettum.

Hvat er Djóravit?

Hjá Djóraheilsa brenna vit fyri heilsu og djóravælferð. Vit vita, at tú sum djóraeigari ynskir at geva tínum hundi ella kettu eitt gott lív.

Undir heitinum Djóravit skipa vit fyri afturvendandi ókeypis almennum kvøldum, har vit bjóða serfrøðingum í Norðurlondum at deila sína vitan á ein løtt-skiljanligan hátt, so tú fært praktisk amboð at brúka í gerandisdegnum.

Tiltakið verður hildið á donskum, men spurningar kunnu sjálvsagt stillast á føroyskum.

Kostnaður Ókeypis

Dato og tíð:
Hósdagin 20. august kl. 17:30

Staður:
Panorama, Hotel Hafnia

Kostnaður:
Ókeypis, skráseting neyðug

Stuðlað av:
Betri Trygging

Samband:
hey@djoraheilsa.fo

Skráin og serfrøðingarnir

Hetta kvøldið fært tú praktiska vitan um tvey øki, sum hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá hundum og kettum: tannheilsa og húðsjúkur.

🦷

Tannheilsa hjá hundum og kettum

Mangan ganga okkara djór runt við tannpínu uttan at vit leggja merki til tað. Tannpína og paradontosis eru millum vanligastu sjúkurnar hjá hundum og kettum.

  • Hvat fært tú burturúr? Hanne greiðir frá, hvussu tú lættast varnast tekin um tannpínu heima, hvussu tú reinsar tenninar á djórinum, og hvat tú sjálv/ur kanst gera fyri at fyribyrgja stórum tannviðgerðum í framtíðini.
  • Um Hanne Kortegaard: Hanne er ph.d., lektari á Københavns Universitet og diplomati innan djóratannrøkt, Dipl. EVDC. Hon er ein av førandi djóratannlæknum í Norðurlondum.
🧼

Húðsjúkur, ovurviðkvæmi og skriði

Skriðar hundurin ella kettan sær nógv? Er feldurin tynri á ávísum støðum, ella eymur? Húðtrupulleikar og ovurviðkvæmi kunnu órógva lívsgóðskuna hjá djórum øgiliga nógv.

  • Hvat fært tú burturúr? Lene gevur tær amboð til at skilja húðina og feldin á tínum djóri. Tú lærir at kenna mun á vanligum skriða og álvarsligum ovurviðkvæmi ella húðsjúku, so tú kanst hjálpa tínum djóri best møguligt.
  • Um Lene Boysen: Lene er djóralækni, ph.d. og serfrøðingur í húðsjúkum hjá smádjórum. Hon arbeiðir einans við húðsjúkum og fær fleiri av teimum torførastu húðpatientunum í Danmark ávíst til sín á Hudklinikken for Hund og Kat.

Ein hugnalig og lærurík løta

Aftan á fyrilestrarnar verður høvi at stilla spurningar til Hanne og Lene í okkara “Spyr djóralæknan” spurnarløtu.

Vit bjóða eisini eitt sindur av kaffi, te og beyglum frá Kaspar, og vit gleða okkum at síggja tykkum í teimum hugnaligu hølunum á Panorama á Hotel Hafnia.

Minst til at skráseta teg, tí plássini á Panorama eru avmarkaði.

Hvat fært tú við tær?

Endamálið við Djóravit er at geva djóraeigarum ítøkiliga vitan, sum kann brúkast beinleiðis í gerandisdegnum.

Tekin um tannpínu
Ráð um tannrøkt
Vitan um húð og skriða
Spurningar til serfrøðingar

Stuðlað av Betri Trygging

Tiltakið er ókeypis fyri luttakarar og verður stuðlað av Betri Trygging.

Betri Trygging

Skráset teg til Djóravit

Tiltakið er ókeypis, men skráseting er neyðug. Tryggja tær pláss til eitt læruríkt kvøld um tannheilsu, húðsjúkur og skriða hjá hundum og kettum.

Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til okkum á hey@djoraheilsa.fo

0
    Tín kurv
    0