Skip to content

SPECIFIC CCD Struvite Management 12 kg

SPECIFIC CCD Struvite Management er serfóður til vaksnar hundar við struvit-bløðrusteinum. Fóðrið er ment til at hjálpa við at loysa struvit-steinar og minka um vandan fyri, at nýggir steinar verða gjørdir.

Fóðrið ger urinið meira súrt, sum kann stuðla undir at loysa struvit-steinar. Samstundis hevur tað lækkað innihald av magnesium og fosfori, sum kann hjálpa við at minka um vandan fyri nýggjari struvit-mynding.

Hví velja SPECIFIC CCD Struvite Management?

  • Serfóður til vaksnar hundar við struvit-bløðrusteinum.
  • Hjálpir við at gera urinið meira súrt.
  • Kann stuðla undir at loysa struvit-steinar.
  • Lækkað innihald av magnesium og fosfori.
  • Stuðlar undir, at hundurin drekkur meira og pissar oftari.
  • Fiskalýsi stuðlar undir sunna húð, blankan feld og liðheilsu.
  • 12 kg posa — hóskandi til størri hundar ella longri fóðurviðgerð.

Hóskar til

Til vaksnar hundar, sum hava ella hava havt struvit-bløðrusteinar.

Ikki hóskandi til

Hetta fóðrið er ikki hóskandi til hundar við calcium oxalate-, urate- ella cysteine-steinum. Spyr altíð djóralækna, um tú ert í iva um, hvat slag av bløðrusteinum hundurin hevur.

Um struvit og urinvegir

Struvit-steinar hjá hundum kunnu ofta hava samband við urinvegsinfektión. Um ein urinvegsinfektión er til staðar, er tað týdningarmikið, at hon verður viðgjørd samstundis.

Tað er eisini týdningarmikið at staðfesta, hvørja slag av bløðrusteinum hundurin hevur, tí ymisk sløg av bløðrusteinum kunnu krevja ymiskar fóðurloysnir.

Fóðurleiðbeining

Dagliga nøgdin kann broytast eftir rasu, umhvørvi, árstíð og aktivitetsstøði. Hav eyga við vekt og trivnaði hjá hundinum og tillaga nøgdina eftir tørvi.

Við at býta dagligu nøgdina í 3–4 máltíðir kann hækkingin av pH í urininum eftir máltíðir minka.

Vegleiðandi nøgdir — gram um dagin

VektKlænur hundurNormal vektYvirvekt
2,5 kg60 g50 g40 g
5 kg100 g80 g65 g
10 kg165 g140 g110 g
15 kg225 g185 g150 g
20 kg280 g230 g185 g
25 kg330 g275 g220 g
30 kg375 g315 g250 g
35 kg425 g355 g280 g
40 kg470 g390 g310 g
50 kg555 g460 g370 g
60 kg635 g530 g425 g
70 kg710 g595 g475 g
80 kg785 g655 g525 g

Hetta er ein vegleiðing. Dagligi tørvurin kann vera ymiskur frá hundi til hund og eigur at tillagast eftir vekt, rørslu og trivnaði.

Innihald

Maíssterkja, hveiti, maísprotein, svínafiti, maís, eggjapulvur, mineralir, fiskamjøl, hydrolyserað animal protein, eplaprotein, antarktisk krill, vitaminir og sporfrumuevni, cellulosepulvur, ger, methionin, fiskalýsi, psylliumskallar og rosmarinekstrakt.

Við natúrligum antioxidantum, tocopherolum og C-vitamin. Ongar tilsettar kunstigar lit- ella smakkevni.

Næringarinnihhald pr. 100 g

Orka1714 kJ
Protein21,0 g
Fiti19,0 g
Kolhydrat / NFE44,3 g
Trevjur1,6 g
Kalsium0,55 g
Fosfor0,38 g
Magnesium0,060 g
Natrium0,60 g
Omega-3 fitisýrur0,37 g

Ráðgeving

Hetta er serfóður til hundar við urinvegstrupulleikum og eigur at verða brúkt eftir ráðgeving frá djóralækna.

Ert tú í iva um, hvat fóður hóskar best til tín hund, kanst tú altíð fáa ráðgeving frá Djóraheilsa.

Les meira um vøruna hjá SPECIFIC.

SpecificCCD Struvite Management

Serfóður til vaksnar hundar við struvit-bløðrusteinum. Fóðrið er ment til at hjálpa við at loysa struvit-steinar og minka um vandan fyri, at nýggir steinar verða gjørdir.

Stuðulsnet til DjóraverndarfelagiðStuðla djóravælferðStuðla DjóraverndarfelagnumAlt yvirskotið fer óskert til Djóraverndarfelagið.
5 á goymslu. Veiting 1-5 yrkisdagar
Fá ráðgeving áðrenn keyp her
Vanlig veiting er 2-5 yrkisdagar. Aftursending fer fram sambært galdandi treytum hjá Djóraheilsa.
Trygg gjalding
Vekt12 kg

SPECIFIC er eitt fóðurmerki frá Dechra, sum arbeiðir við veterinærari føðslu til hundar og kettur. Vørurnar eru mentar við støði í fakligari vitan um djóraheilsu og eru serliga ætlaðar til eigarar, sum vilja velja fóður við einum greiðum heilsuligum endamáli.

Úrvalið fevnir bæði um fóður til frísk djór í ymiskum lívsstigum og fóður, sum kann stuðla djórum við serligum tørvi. SPECIFIC leggur dent á væl samansettar uppskriftir og gagnlig føðsluevni, eitt nú omega-3 frá fiski.

Vørunummar: SPECIFIC-CCD-12KG

Vanlig veiting er 2-5 yrkisdagar. Aftursending fer fram sambært galdandi treytum hjá Djóraheilsa.

0
    Tín kurv
    0